Brenda skipið Athena, sum nú liggur 12 fjórðingar úr Kili, hevur eftir øllum at døma drúgvar kanningar fyri framman Stóra fiskiskipið Athena, sum føroyska Ocean Group Faroes í Hósvík eigur, liggur í løtuni í altjóða sjógvi vestanfyri Kili. Øll manningin er komin óskadd frá eldsbrunanum, men skipið hevur fingið stóran skaða.
Í kilenska býnum Concepcion arbeiðir føroyska løgreglan og skipaeftirlitið við málinum, sum væntast at gerast drúgt. Hetta kemur millum annað av tí, at manningin umborð á skipinum skal til avhoyringar.
Enn ber ikki til at siga nakað um orsøkina til eldsbrunan, sum kyknaði fyri júst einari viku síðan.