Drúgt leikbann til landsliðsskiparan

Óli Johannesen fær eftir øllum at døma leikbann í tveir dystir eyka fyri reyða kortið, sum hann fekk á Toftum í steypakappingini

leikbann

Tað hevur ikki gingist nakað serligt hjá landssliðsskipara okkara, Óla Johannesen, higartil hetta kappingarárið. Einki er at ivast í, at hann meira enn nakar annar er maðurin, sum TB setir álitið á, nú teir enn einaferð miðja eftir fyrstudeildarfótbólti, men higartil hevur tó verið so sum so, hvussu nógv teir hava fingið nýtt hann.
TB hitti tvær ferðir B68 í kappingini um løgmanssteypið, og báðu ferðirnar endaði Óli dystin áðrenn liðfelagarnir, tá hann hevði fingið ostaskorpuna frá dómarunum. Eftirfylgjandi hevur hetta so merkt, at hann ikki hevur verið á vøllinum í teimum báðum dystunum, sum TB hevur leikt móti ÍF, og nú røkist fyri, at TB eisini má vera skiparan fyri uttan í teimum báðum fyrstu dystunum í landskappingini.

Minst tveir dagar eyka
Mikudagin hevði kappingarnevndin hjá FSF fund, og millum málini, sum tá vórðu viðgjørd, var eisini eitt, har støða skuldi takast til, hvørt dómarafráboðanin úr dystinum, B68-TB, skuldi viðføra eitt longri leikbann enn tað, sum longu er sitið.
Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa staðfest endaliga úrskurðin í málinum, men sum vit hava skilt tað, so verður talan í øllum førum um tveir dystir afturat tí dystinum, sum Óli longu hevur sitið yvir.
TB leggur fyri í landskappingini á flaggdegnum, tá teir hava heimadyst móti B71, áðrenn teir í næsta umfarinum vitja hjá B36.