-<DPTAB>&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;Sterkur listi skal geva okkum mannin aftur

Fólkaflokkurin er enn ikki liðugur við listan. Men hesaferð verður talan um ein sera sterkan lista

Við seinasta val vantaðu meiri enn 700 atkvøður í hjá Fólkaflokkinum at fáa Óla Breckman afturvaldan til Fólkatingið. Hann misti sostatt sessin, hann hevði havt síðani 1984.
Hóast langt var upp til næsta flokk í 2001, so hevur hetta als ikki tikið mótið frá Fólkafloksfólki í 2005. Heldur hinvegin.
-Vit stilla sjálvandi upp hesaferð eisini, sigur Anfinn Kallsberg. Og vit vænta eisini, at fáa mannin aftur.
Hvussu hetta skal gerast hevur Anfinn eisini eina stutta og greiða uppskrift uppá.
Hon er í tveimum punktum:
-Vit skulu stilla ein sterkan listan upp. Og síðani skulu vit siga fólki frá, hvussu góðir vit eru.
-Á henda hátt verður annað umboðið eitt fólkafloksumboð tann 8. februar, sigur hann.
Listin er ikki klárur enn, men verður tað ein av nærmastu døgunum.