Doyggja fyrr av pylsum og fleski

At eta pylsur, flesk, skinku og annað tilvirkað kjøt økir um vandan fyri at doyggja á ungum árum.

Tað vísir ein kanning, har ein hálv millión europearar hava luttikið.

Kanningin staðfestir, at kostvanar við nógvum tilvirkaðum kjøti kunnu føra til hjarta- og æðrasjúkur, krabbamein og deyða á ungum árum. Hetta veit BBC at siga.

Granskararnir, ið hava staðið fyri kanningini, skriva í tíðarritinum BMC Journal, at salt og kemikalium, sum verða nýtt til at haldbúgva matvørur, hevur ávirkan á heilsuna.

Bretska hjartafelagið mælir til, at fólk eta soltið kjøt ístaðin.

Í kanningini hava granskararnir fylgt fólkum frá 10 europeiskum londum í næstan 13 ár í meðal.

Kanningin vísir, at tey fólkini, ið eta nógv tilvirkað kjøt, eisini ofta vóru roykjarar, ov feit og høvdu aðrar vanar, ið hava negativa ávirkan á heilsuna.

Hvør seytjandi persónur, ið luttók í kanningini, doyði. Harafturat vísti kanningin, at tey, ið ótu meir enn 160 gramm av tilvirkaðum kjøti hvønn dag - sum svarar til tvær pylsur og eina skivu av fleski - vóru í 44 prosent størri vanda at doyggja komandi 12 árini enn tey, ið bara ótu umleið 20 gramm av tilvirkaðum kjøti hvønn dag.