Hendingin, tá Zidane stútaði Materazzi í umdystinum í HM-finaluni millum Frakland og Italia, er víst umaftur og umaftur síðani tá.
Ein av bestu spælarunum í fótbóltssøguni segði við hesum farvæl upp á ein alt annað enn hóskandi máta, og tað viðgekk Zidane eisini alt fyri eitt.
- Eg bað liðið um fyrigeving, og tað sama biði eg eg fótbóltin og allar áskoðarar. Men eg fari ongan tíð at siga umskylda við Materazzi. Hann visti kanska ikki av tí, men mamma mín var sjúk og lá á sjúkrahúsi. Og tí vildi eg ikki finna meg í meira frá hansara síðu. At biðja hann um umbering vildi verið at gingið beint ímóti mær sjálvum og øllum tí, sum eg havi kært. So har kemur ongan tíð nøkur umbering. So vil eg heldur doyggja, sigur Zinedina Zidane í samrøðu við franska El Pais.