Doyði á ferðini í Føroyum

Íslendska kvinnan, sum leitað varð eftir í Føroyum týsdagin og mikudagin, varð um 15.10-tíðina í gjár funnin deyð á sjónum á leiðini millum Slættanestanga og Múlan norðarlaga í Vestmannasundi

Vanlukka

 

Seinnapartin í gjár fann bjargingarbáturin Loytnanturin í Vestmanna hina 61 ára gomlu íslendsku kvinnuna, sum eingi lívstekin hava verið til síðan sunnudagin, tá hon seinast brúkti sítt visakort í Kollafjarðardali.

Mánakvøldið um 23-tíðina fóru fólk at órógvast um kvinnuna, tí eingin hevði sæð ella hoyrt nakað frá henni aftur, og týsdagin varð farið at leitað.

61 ára gamla Vargerður Brand kom til Føroya fríggjadagin, og tað seinasta nakar visti, var, at bilurin, sum hon hevði leigað, stóð norðast ella vestast í bygdini í Vestmanna.

Leitað hevur verið uppi á landi og fram við landi, og leitað hevur eisini verið við bátum og tyrlu.

Í gjár kundi so løgreglan vátta, at líkið av eini kvinnu varð funnið norðarlga í Vestmannasundi klokkan 15.10 – á leiðini millum Slættanestanga og Múlan.

 

Helst omandottin

Tá Sosialurin tosaði við vakthavandi í gjár, kundi ikki við fullari vissu sigast, at hetta var líkið av íslendsku kvinnuni, men allar ábendingar vóru um, at so var.

- Út frá teimum upplýsingum, sum vit hava fingið úr Íslandi um eitt nú smykkur og skurðviðgerð, sum kvinnan hevur fingið, er eingin ivi.

Vakthavandi segði í gjár, at onkur ábending er um, at kvinnan kanska hevur verið áhaldsin og er omandottin.

- Hon hevur fingið skurðviðgerð fyri mjødnina, og ivasamt er, um hon hevur verið serliga væl gongd. Sum vit hava skilt, dámdi henni væl í náttúruni og onkur merkir, sum kvinnan hevur fingið, kundu bent á, at hon er omandottin.

Men, sum vakthavandi tók til, at eingin veit frá einum at siga.

 

Málið kannast

Vakthavandi á Politistøðini sigur í morgun, at slík mál sum hesi altíð verða kannað – í størri ella minni mun.

- Ætlandi verður líksýn í morgin, og ætlandi kemur onkur av familjuni heim úr Íslandi í morgin, um tey sleppa vegna floglíkindi.

Vakthavandi sigur, at við líksýni verður roynt at staðfesta, hvussu viðkomandi er deyður – og hvør deyðsorsøkin er.

- Um hetta ikki kann sigast við vissu við líksýn, kann líkið kannast nærri.

Løgreglan sigur, at einki er, sum bendir á, at kvinnan hevur gjørt av við seg sjálva, men slíkt er ógjørligt at siga við fullari vissu.

- Tað fyriliggur einki um slíkt, og familjan hjá kvinnuni í Íslandi dugir heldur ikki at skila tað, sum er hent – og hví tað hendi. Tey eru ikki vitandi um nakað, sum kann geva ábendingar um, at hon ikki tímdi at liva lívið, sigur vakthavandi.