Dóttur Whitney Houston liggur til tað síðsta

Amerikanskir fjølmiðlar vita at siga, at familjan hevur sagt farvæl við ungu kvinnuna, sum liggur í koma

Farna vikuskiftið varð Bobbi Kristina Brown funnin uttan vit í einum baðikari í heiminum. Hon varð flutt á sjúkrahús og hevur ligið í andingartóli síðani.

Fleiri amerikanskir fjølmiðlar vita í dag at siga, at læknarnir á Emory University Hospital halda seg ikki kunna bjarga lívinum á 21 ára gomlu kvinnuni, sum liggur í koma. Miðlarnir siga, at familjan hevur verið á sjúkrahúsinum fyri at siga farvæl við hana.

Tað er framvegis ikki komið fram alment, hví Bobbi Kristina Brown kom so illa fyri. Familjan hevur avsannað, at tilburðurin hevur nakað samband við rúsevni. Løgreglan fór fyrr í vikuni undir kanningar fyri at staðfesta, hvat var hent. Rannsókn er eisini gjørd í húsunum, men eingi rúsevni vórðu funnin. 


Whitney Houston, mamma Bobbi Kristina, doyði fyri trimum árum síðani. Hon var funnin í einum baðikari á einum hotellrúmi í Beverly Hills. Slóðir eftir kokain, marijuna og heilivág vóru funnar í kroppinum á henni.