Chris Froome, sum hevur vunnið Tour de France fýra ferðir, er nú rokin í dopingfelluna. Altjóða súkklusambandið hevur reist eitt mál móti bretska súkklaranum. Hann hevur astma, men ein dopingroynd hevur sett allar ávaringarlampur í gongd, tí hann hevur og nógv salbutamol í kroppinum.
(Brot úr grein í Sosialinum 14. desembur 2017)
Magni Mohr, kropsligurvenjari og lektari á Fróðskaparsetrinum, metir tó ikki, at gølan er á hædd við Lance Armstrong og EPO, tí tað er ikki óhugsandi, at Chris Froome hevur astma og annars ikki fær teir heilt stóru fyrimunirnar av Salbutamol.
- Hetta er slett ikki á stig við Lance Armstrong og onnur, sum eru tikin við eitt nú. EPO. Tað er realistiskt at hava salbutamol í kroppinum, men tað at hann hevur ov høgt virðið ger, at so hevur hann dopað seg, sigur Magni Mohr, sum hevur granskað nógv innan bæði føroyskan og altjóða ítrótt.
Hann sigur, at salbutamol er ein heilivágur til fólk, sum hava astma og líknandi trupulleikar við lungunum. Endamálið hjá heilivágnum er, at opna luftvegirnar í lungunum hjá fólki, sum hava hesar tarnandi trupulleikar.
- Hetta evnið bindur seg til Beta-2 reseptorar og ger hesar virknar, og er sostatt ein Beta-2 agonistur. Hetta ger at lungununi útvíða seg og ger at vøddarnir rundanum lunguni slappa meiri av. Tað ger fyri ein, sum hevur astma, at hann fær betri og munadyggari andadrátt, og tískil eisini meiri ilt til partin av lungunum har luftskiftið við blóða fer fram. Tí hjálpur tað eisini ítróttarfólki, sum hava astma, greiðir Magni Mohr frá.
Kann geva fyrimunir í longdini
Salbutamol bleiv gjørt í Bretlandi í 1967 og kom seinni á marknaðin í Amerika. Tað kemur seinni á listan hjá WADA (altjóða dopingeftirlitið) saman við øllum øðrum Beta-2 agonist heilivági, men verður lóggávan verður linkað í 2011, tí tað eru so nógv sum taka tað, og tað er torført at síggja hvørjir fyrimunirnir eru. WADA ásetur 1.600 milligram um døgnið, sum markiðvirðið fyri loyvda inntøku.
- Tú kanst gott taka hesa dosuna uttan astma, uttan at verða tikin fyri doping tí tað gevur ikki nakrar fyrimunir. Tað er hjartað og blóðið, sum avgerð um hvussu nógv ilt tú upptekur, men kemur tú í hæddirnar, so kann tað hava ein fyrimun, sigur Magni Mohr og leggur afturat:
- Men tekur tú tað í høgum dosum og yvir longri tíð, so kann tað hava aðrar fyrimunir. Tað kann økja evnini at gera intenst arbeiði í stutta tíð, so sum sprintevni og økja um vøddastyrki. Tað kann eisini gera, at livurin kann seta meiri sukur út í kroppin. Tí kann Salbutamol geva fyrimunir til intenst arbeiði, sigur Magni Mohr.
Hann vísir á, at heilivágur mangan hevur fleiri hjáárin. Tí kann eitt evni, sum skal fyribyrgja onkrum eitt stað, geva fyrimunir í øðrum støðum.