Donsku spælararnir hjá NSÍ gera um seg

Símun Sólheim er tann einasti frá smærru feløgunum, sum stingur seg fram millum teir stóru

Tað er stutt millum dystirnar, og tað er ymiskt, sum tann veruleikin verður taklaður kring landið.

Serliga í sovornum førum er tað hent at eiga breiðan hóp. Í gjár var størsta broytingin frá sunnudegnum á KÍ liðnum. Mikkjal Thomassen hevði fimm nýggjar spælarar millum teir fyrstu ellivu, tá ið sammett verður við liðið, sum sunnudagin vann 3-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi.

Tað er neyvan søtur musikkur í KÍ, at fyrsta málið í ár fór ígjøgnum í Gøtu. Hóast tann veruleikan, so eru bæði Odmar Færø og Heini Vatnsdal á liðnum eftir hetta umfarið. Í miðverju við trimum eru teir saman við Atla Gregersen, sum aftur ímóti KÍ vísti landsliðsstøði sum stýrimaður á liði, har báðir teir sentralu frammanfyri hann tilsaman eru umleið eins gamlir, sum liðformaðurin og stýrimaðurin hjá teimum er.

Jóannes K. Danielsen hjá KÍ telist støðugt millum teir bestu, og í gjárkvøldið skoraði fyrrverandi álopsspælarin sigursmálið, sum kann fara at vísa seg at vera heilt avgerandi, tá ið tað fer at verða talt saman.

Í hinum borðinum er tvímálaskjúttin hjá EB/Streymi. Símun Sólheim var besti maður hjá heimaliðnum í Hólmanum á Eiði, sum ímóti B68 hevði marginalirnar á sínari síðu. Hann skoraði tvey mál, og tá ið hann økti til 2-0, var talan um meistarligt einmansavrik.

Tað er merkisvert, at greipuvinnararnir í HB eru heilt hamskiftir, síðani Heðin Hansen aftur er komin á liðið eftir skaðasteðg. Hann er sjálvskrivaður verjukendur miðvallari, og fleiri liðfelagar hansara – serliga eyðsýndur var Adrian Justinussen – vístu í gjárkvøldið, at teir av álvara eru komnir á lagið aftur, um enn mótstøðan viknaði í seinna hálvleiki, tá ið ÍF saknaði fleiri av stuðulsspælarunum.

Tá ið NSÍ í tveimum teimum fyrstu umførunum tapti á útivølli ímóti HB og KÍ varð spurnartekin sett við, hvussu donsku spælararnir hjá teimum gula fóru at roynast. Seinastu ferðirnar – og ikki minst í gjárkvøldið ímóti B36 – hava teir báðir av álvara víst, hvør dugur er í teimum. Saman við Peturi Knudsen gingu teir undan, tá ið undirmannaða NSÍ vann trivaligan sigur ímóti B36.

Eina góða løtu í fyrra hálvleiki var B36 leikliga omaná. Tá kendist tað bara vera ein spurningur um tíð, áðrenn bólturin fór at liggja í NSÍ málinum. At Tórður Thomsen hevði fleiri heilt góðar bjargingar. Tað vísti seg at eiga stóran lut í, at tað koppaði soleiðis, sum tað gjørdi.

Tí er liðið hjá Miðlahúsinum í 3 – 4 – 3 útgávu hetta eftir 6. umfar:

Tórður Thomsen, NSÍ – Atli Gregersen, Víkingur, Odmar Færø, KÍ, Heini Vatnsdal, KÍ – Jóannes K. Danielsen, KÍ, Heðin Hansen, HB, Jacob Trenskow, NSÍ, Símn Sólheim, EB/Streymur – Mikkel Elbæk Jakobsen, NSÍ, Petur Knudsen, NSÍ, Adrian Justinussen, HB