Donsku kvinnurnar fara ikki í verkfall

Sjálvt um spælararnir á kvinnulandsliðnum eru í lønarsamráðingum við Danska Honndbólts Sambandið (DHF), so møta tey upp til felagsvenjing, 21. januar í Vejle

Teir raktu leikararnar hava annars umhugsað møguleikan fyri verkfalli, men tað fer ikki at ávirka samlingina í Vejle.

- Rokni við at vit møta upp, Vit hava ikki avtalað verkfall, sigur Mette Sjøberg, ið er í einum bólki, sum skal samráðast við DHF.

- Tað er meningin, at vit, til komandi samling, skulu ígjøgnum kropsligar prøvar og debatera aktuellir trupuleikar á landsliðnum.

Mette Sjøberg fastheldur samstundis, at landsliðsleikararnar enn eru áhugaðir í at finna eina loysn á stríðnum við DHF. Sambandið hevur ávarað við einari hálvering av lønini fyri at spæla á landsliðnum, meðan leikararnar ynskja at halda uppá gomlu avtaluna.