Donsku bankarnir fáa aftur hjálp

Danska stjórnin kemur aftur við einari bjargingarætlan til bankarnar og vinnulívið Tað er neyðugt við einum bjargingarpakka afturat til danska bankakervið og vinnulívið. Tað hevur stjórnin sannað, og hon fer tí at seta eyka kapital í bankarnar.

Lene Espersen, búskaparráðharri, sigur við fjølmiðlarnar, at talan er ikki um at tjóðartaka bankar, tí tað almenna skal ikki reka bankarnar, sigur hon.

Politiska andstøðan í Danmark hevur leingi sóknast eftir einum hjálparpakka aftruat, og um vikuskiftið váttaði Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, at ein pakki er á veg.