Í kvøld verða donsku atgongutølini, ið avgera hvør sleppur inn á hægri lærustovnarnar, kunngjørd
Tað eru mong í hesum døgum, ið bíða við spenningi eftir svari frá hægri lærustovnum. Atgongutølini skifta hvørt ár, og í kvøld verða tølini í danska kongarríkinum kunngjørd.
Í fjør var rok um stóra talið av svium, ið sluppu inn á læknalesturin og trýstu atgongutølini upp. Væntandi fara bæði talið á sviium og atgongutølini at falla í ár.
Á tekst-tv hjá DR1 verða tølini løgd út, so skjótt tey eru kunngjørd.










