Tá ljósmøðurnar í síðstu viku tóku øll undantøk í verkfallinum aftur, heitti Landsjúkrahúsið á eina danska vikarstovu, sum sendi tríggjar ljósmøður til Føroya fyri at fáa tamarhald á støðuni í føðideildini.
Vikuskiftis Sosialurin hevur hitt eina av hesum ljósmøðrunum, sum greiðir frá sínari uppliving, og hví hon valdi at koma til Føroya at arbeiða, meðan tað var verkfall.
- Tað var ein hart rakt føðideild, eg kom inn í. Har var totalt kaos, og tað var ræðuligt at vera har. Eg visti væl, at har var verkfall, men eg visti ikki, at støðan var so ring, sigur danska ljósmóðirin.
Les alt um hetta í Vikuskiftis Sosialinum, sum kemur í búðirnar kring landið í kvøld.