At Sys Hasforth Korshøj hevur fingið íblástur av síni Føroyaferð sæst beinanvegin, tá hugt verður at acrylmálningunum, sum hanga í einum horni á Termovirkinum við Sundsvegin í Havn.
Málningarnir ímynda allir okkurt føroyskt. Teir flestu eru bláligir málningar av landsløgum. Risin og Kellingin síggjast aftur í onkum málningi. Eisini hevur hon málað smá neyst, sum hon er hugtikin av.
Sys heldur til í Leirvík, meðan hon er í Føroyum, og onkur málningur er av Leirvíks bygd. Hon hevur fingið loyvi at nýta atelierið hjá Jóhannes Kristensen, sála, í Leirvík. Sys greiðir frá, at hon sendi eina umsókn til Martin Petersen í Fuglafirði, har hon m.a. vísti á nøkur av sínum verkum. Nakað seinni stóð henni í boði at koma til Føroya. Maður hennara og trý børn eru eisini við á ferðini. Familjan hevur verið her í tvær vikur, og tey vera verandi í tvær vikur afturat.
Fingið íblástur
Sys sigur, at endamálið við ferðini longu er rokkið, og at hon hevur fingið íblástur til fleiri málningar. Málningarnir á framsýningini eru allir málaðir í Føroyum.
? Eg eri ikki vónbrotin av ferðini. Tey føroysku listafólkini duga væl, og tað er eisini hugtakandi at síggja, hvussu tey arbeiða, sigur Sys, sum málar allatíðina, meðanhon er her, men tíð hevur eisini verið til túrar.
Hon greiðir frá, at hon fer at arbeiða við føroyskum motivum í longri tíð, eftir at hon er komin heimaftur. Nógvar myndir eru tiknar, og tí kann hon halda á at arbeiða við Føroyum í eitt hávt ár í minsta lagi.
Hitti vinkonu aftur
Orsøkin til at Sys hevur fingið innivist á Termovirkinum er, at Gunnbjørg Gunnbjørgsdóttir, ið arbeiðir á staðnum, hevur boðið henni.
Tær báðar vóru í sama flokki í Keypmannahavn fyri 25 árum síðani og hava ikki hitt hvønn annan síðani. Nú hava tær fingið samband aftur, og Sys sýnir fram á arbeiðsplássinum hjá Gunnbjørg.
Umframt at mála skrivar Sys eisini yrkingar um hennara fyrsta túr til Føroyar, men hon fæst mest við málningar.
Til ber at keypa málningarnar hjá Sys á Termovirkinum.