Tað er ikki bara í Føroyum, at ólavsøkan kann hátíðarhaldast - tað hevur ein vældámd kafé í Christianshavn funnið útav. Á Færgecaféen fara tey nevniliga at gera okkurt serligt burturúr ólavsøkuni í ár við at taka serligt atlit til teir føroyingarnir, sum velja at vitja har 29. juli.
- Vit elska høgtíðir og sjálvandi eisini tjóðdagar. Ert tú føroyingur, kom so og hátíðarhald ólavsøkuna saman við okkum 29. juli. Um tú upplýsur "føroyingur", tá tú bíleggur matin, so gevur skiparin ein snaps, skrivar Færgecaféen á Facebook.
Her er ein mynd, sum tey hava lagt út av føroyska flagginum mitt í rokanum á einum væl dekkaðum borði.
##med2##