Donsk børn lesa nógv meira enn føroysk børn

Hugburðurin til lesing í Føroyum má broytast, heldur Lydia Didriksen, námslektari

Hugburðurin til lesing í Føroyum má broytast, sigur Lydia Didriksen, námslektari, nú nýggj kanning staðfestir, at børn í Føroyum lesa nógv minni í frítíðini samanborið við javnaldrarnar í Danmark. Í Danmark lesa 62 prosent av børnunum í fjórða flokki og 42 prosent av børnunum í sætta flokki fleiri ferðir um vikuna, og tað er tvífalt so nógv sum í Føroyum, stendur í kanningini.

 

Børn í Danmark lesa meira, hóast tey hava longri skúladag, og nógvastaðni hava longri leið í skúla og brúka eins nógva tíð til talgildu miðlarnar og føroysk børn.

 

Lydia Didriksen, námslektari, sum er ein av stigtakarunum til kanningina av lesivanum hjá føroyskum næmingum í fjórða, sætta og níggjunda flokki, heldur, at mentanin og hugburðurin til lesing er øðrvísi í Danmark.

 

- Lesing er nógv størri partur av heimalívi, dagstovnalívi og skúlalívi í Danmark. Har verður vitan virðismett. Vitan verður ikki raðfest og virðismett á sama hátt í Føroyum, sigur hon.

 

- Vit hava ikki líka drúgva siðvenju at lesa sum danir. Tað er ikki so øgiliga langt síðani, at tað í Føroyum varð sagt um fólk, sum sótu og lósu, at tey vóru ónyttur. Okkur bendir á, at vit í okkara mentan ikki hava sama jaliga hugburð til lesing, sigur Lydia Didriksen, sum vísir á, at útgávan av føroyskum barnabókum tók ikki dik á seg fyrr enn í nítiárunum.

 

Hon vísir í hesum sambandi eisini á, at tað er hugvekjandi, at teir bestu lesararnir í Føroyum eru ikki betri enn miðallesararnir í Danmark.

 

Ávarsligar avleiðingar

 

Hon ávarar um, at tað kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri framtíðarmøguleikarnar hjá teimum, sum ikki ogna sær nøktandi lesiførleika og gott orðfeingi.

 

- Vit liva í einum vitanarsamfelagi, har kunningartøkni hevur stóran leiklut. Ti er tað øgiliga umráðandi at duga at lesa, sigur Lydia Didriksen, sum stúrir fyri, at tey, sum ikki hava nóg góðan lesiførleika, ikki hava somu starvsmøguleikar í framtíðini sum tey við góðum lesiførleika.

 

- Tað verður so lítið lisið, at ein kann eisini vera bangin um, at nógv verða ikki før fyri at luttaka í almenna rúminum, og tí onga rødd hava har, sigur hon.

 

Lydia Didriksen, námslektari á Fróðskaparsetrinum, hevur saman við Sissal M. Rasmussen, exam.art í føroyskum, Turið Kjølbro, cand. phil í norðurlendskum og bókmentum, og Marjuni Ziskason, ritstjóra á Námi tikið stig til kanningina, sum Mentamálaráðið hevur fíggjað høvuðspartin av.