DONG áhugað í alternativum orkukeldum í Føroyum

Danska olju- og gassfyritøkan er nú av álvara farin at vísa alternativum orkukeldum ans. Og nú felagið er við í oljuleiting við Føroyar heldur tekniski stjórin í felagnum, Hans Rasmusen, at tað kundi verið áhugvert at verið við til at útvegað Føroyum aðrar orkuhættir enn teir verandi

 

Jan Müller

Danska oljufelagið DONG ynskir at víðka sítt virksemi í Føroyum innan fyri karmarnar av The Faroes Partnership. Hetta ger tekniski stjórin í felagnum, Hans Rasmusen greitt, nú umboð fyri eitt nú SEV hava verið á vitjan hjá fyritøkuni.

Hans Rasmusen, sum sjálvur fleiri ferðir hevur verið í Føroyum í sambandi við fyrireikingarnar til komandi oljuleiting dylur ikki fyri, at hóast Dong er ein olju- og gassfyritøka, so satsa teir eisini uppá aðrar orkukeldur eitt nú vindorku og mikroorku, tvs. orkuveiting í breiðari týdningi, nakað, sum er náttúrligt at hyggja nærri at í sambandi við, hvussu føroyingar í dag fáa orku til vega.

Nú DONG hevur fingið annan fótin fastan í Føroyum sum partur av The Faroes Partnership-bólkinum, vil fyritøkan eisini vera við til at stuðla og hjálpa føroyingum við at menna aðrar orkuskipanir. Og her er Hans Rasmusen ein teirra, sum hevur meiningar um, hvussu framtíðar føroyska orkuskipanin kundi verið útbygd.

Hans Rasmusen heldur tað vera heilt náttúrligt, nú Dong er í Føroyum, at føroyingar eisini fara at hyggja eftir øðrum orkuhættum, sum eitt nú Dong arbeiðir við.

Hann heldur vatnorkuna vera eitt sera gott aktiv, men heldur eisini, at tað áttu at verið aðrir mátar at framleitt elorku enn við vanligu dieselorkuni. Eitt nú kundi vindorkan verið kappingarfør - ella mikroorkuútbúnaður, sum hann heldur kundi verið áhugaverdur at roynt í Føroyum. Slík anlegg kundu egnað seg væl til bygdirnar í Føroyum, og kundu verið sera hent, tá trupulleikar eru við verandi neti. Umboð fyri SEV vóru til steðar, tá DONG herfyri tók tað fyrsta sokallaða mikroorkuanleggið í brúk.

Mikroorkuhiti snýr seg um at generera el í sera smáum elverkum t.d. 50-100 kw eindum, bygdar upp rundan um smáar gassturbinur, sum verða riknar við gassolju. Tær nýtast ikki koyra á nátúrgass, men kunnu eisini koyra uppá fløskugass. Henda útgerðin er sera løtt at seta upp og at seta til netið. Man kann so byggja fleiri eindir við síðuna av hvørjum øðrum, um brúk er fyri meira. Mikroorkuverkini eru løtt at brúka til at avlasta netið og sum eykastreymveiting til eina streymveitingarskipan. Tey kunnu eisini koyra uttan at fólk skulu passa tey.

Í løtuni koyra fleiri av hesum anleggum sum ein roynd. Men innan næstu árini roknar man við, at tey verða at fáa á marknaðinum. Man kann ímynda sær slík anlegg sum eyka ella sum suppleringshiti í eini lítlari føroyskari bygd t.d. í sambandi við upphitan til ellisheim frá eitt nú spillhitanum.

? Vindorka átti at verið eitt øki, sum kundi verið áhugavert fyri Føroyar, hóast tað eru trupulleikar við netskipanini. Men tað at nógvur vindur er í Føroyum, og at diesel er dýrt, átti at gjørt tað lættari at gjørt vind lønandi. Hetta er tað man sær í øðrum økjum, t.d. oyggjum eitt grikska oyggjahavinum, har vindorka verður meira og meira áhugaverd.

Í Danmark ætlar Dong at vera við í eini ætlan at gera eina vindmylnupark til havs. Dong hevur í umbúnað at gera íløgur í vindorku uppá eina hálva milliard í fyrstu atløgu. Sum skilst er hetta m.a. fyri at kompensera fyri tey tap, sum fyritøkan verður fyri í sambandi við liberaliseringina av gassmarknaðinum. Hans Rasmusen heldur ikki hetta er nøkur loysn í Føroyum, tí nóg nógvur vindur er á landi.


Gass framtíðin

? Hyggja vit út í framtíðina, so síggja vit, at nýtslan av koli til orkuframleiðslu hevur toppað og er við at venda. Oljan er undir uppbygging men okkurt bendir á, at stóri vøksturin liggur í nátúrgassi. Tvs. at sum frálíðir so verður tørvurin á oljuni minni og tørvurin á gassi størri. Hans Rasmusen heldur tað eisini kann vera áhugavert, um gass verður funnið við Føroyar, tí eftirspurningurin eftir gassi fer at vaksa í framtíðini.

Tað merkir tó ikki, at man fer at brúka minni olju og kol, men bara at vøksturin ikki verður tann sami sum fyrr.

? So kann ein spyrja seg sjálvan, hvussu leingi fer hetta at vera áhugavert. Mong feløg i orkubransjuni eru farin at vísa brintorkuni áhuga. Vit vita væl, hvussu man kann gera brint úr nátúrgassi, men tað skulu finnast aðrir hættir at gera tað uppá. Men tað koma at henda gjøgnumbrot, sum fara at broyta myndina sigur Hans Rasmusen, sum leggur aftrat, at tá nýggir orkuhættir koma fram, so detta aðrir niðurfyri.

Hann vísir á, at fleiri av oljufeløgunum vísa viðvarandi orkukeldum størri og størri ans. Eitt nú fara brennisellur í bilum at fáa stóran týdning. Tær eru m.a. betri fyri umhvørvið. Hans Rasmusen heldur, at tað fer at henda nógv á orkuøkinum, sum vit als ikki hava ímyndað okkum. ? Eg hoyrdi ein amerikanara siga, at um allir amerikanskir bilar koyrdu við brennisellum og framleiddu el, so vildi man havt eina eleffekt, sum var fimm ferðir so stór sum øll elorkan, ið amerikonsku orkuverkini framleiða. Tvs at bert 20% av amerikonsku bilunum kundu verið settir til netið og dekkað alt elbrúkið í USA.


Brúk fyri olju

Hans Rasmusen sigur, at tað framvegis fer at vera brúk fyri olju. Sum tað sær út nú er her eisini góður marknaður. Men vit vita, at tað kemur nakað ístaðin fyri, tá oljan er uppi. Og her kann væl blíva talan um viðvarandi orku.

Greenpeace koyrir við herferðini No new oil. Hans Rasmusen heldur ikki, at man letur upp fyri einum orkuhátti við at stongja aðrar úti. Vit mugu alla tíðina hugsa um, at tað eru verandi orkuhættur, sum skulu fíggja menningina av teimum nýggju. Tann dag teir nýggju vísa seg at verða kappingarførir, betri og minni dálkandi enn teir gomlu, taka teir við.