DONG gjørt heimsins størsta sáttmála um havvindmyllur

??DONG Energy og Siemens, sum eru millum heimsins fremstu á hvør sínum øki, hava skrivað undir heimsins størsta sáttmála um havvindmyllur, sum skulu setast upp ymsastaðni í Norðurevropa

Sambært sáttmálanum skal Siemens Energy Sector gera upp til 500 havvindmyllur til DONG Energy. Samlaða framleiðsluorkan verður upp til 1800 megawatt. Nær tær einstøku verkætlaninar verða settar í verk er ikki greitt enn, tí fyrst skulu góðkenningar og onnur viðurskifti fáast upp á pláss. Tað er tó greitt, at tær upp til 500 vindmyllurnar skulu setast upp á sjónum ymsastaðni í Vesturevropa.

Vindmyllurnar verða 3,6 megawatt hvør eins og tær havvindmyllurnar, sum DONG hevur sett upp á Burbo Bank í Liverpool-víkini í Onglandi og tær, sum felagið er í ferð við at seta upp í Gunfleet Sands í Onglandi.

DONG og Siemens eru leiðandi fyritøkur, tá talan er um at gera havvindmyllur og at reka tær, og fyritøkurnar hava samstarvað í mong ár. Í 1991 gjørdu DONG og Siemens ta fyrstu havvindmyllulundina í Vindeby í Danmark, og síðani hava tær samstarvað um fleiri verkætlanir við havvindmyllum so sum í Middelgrunden við Keypmannahavn, Nysted í Suðurdanmark, Burbo Bank og Gunfleet Sands í Onglandi, og annað stig av Horns Rev vestan fyri Esbjerg, sum er í gerð.

 

Fremst á økinum

DONG hevur bygt umleið helmingin av teimum havvindmyllulundum, sum eru í rakstri kring heimin. Felagið hevur sett sær fyri at styrkja sína støðu innan varandi orku uppaftur meiri, og í so máta má tað sigast at vera eitt týðandi stig, at felagið nú hevur skrivað undir heimsins størsta sáttmála av sínum slagi, sigur stjórin í DONG Energy, Anders Eldrup, við fjølmiðlarnar.

Í Siemens eru tey eisini sera fegin um samstarvið við DONG og tann stóra sáttmálan, sum eisini styrkir støðu felagsins á vindmylluøkinum.

-Sáttmálin við DONG er ein av teimum størstu, sum Siemens nakrantíð hevur skrivað undir. Saman við DONG hava vit tikið eitt risastórt stig til at menna vindmylluídnaðin og marknaðin fyri havvindmyllum, sum kanska er tann tøkni innan varandi orku, sum hevur tann størsta vøksturin, sigur René Umlauft, stjóri í Renewable Energy-deildini í Siemens Energy, í sambandi við tann nýggja sáttmálan.

Siemens í Danmark hevur boðað frá, at tann nýggi sáttmálin fer ikki at geva fleiri dønum arbeiði hjá fyritøkuni.

 

__________________________________________________________________

.FAKTA UM DONG ENERGY

DONG Energy er ein av teimum støsrtu orkufyritøkunum í Norðurevropa og hevur høvuðssæti í Danmark. Virksemið hjá fyritøkuni er at útvega, framleiða og at selja orku og útgerð í Norðurevropa. Umleið 5.500 fólk arbeiða hjá fyritøkuni. Umsetningurin í 2008 var 60 milliardir krónur.

__________________________________________________________________

 

__________________________________________________________________

FAKTA UM SIEMENS ENERGY ??Siemens Energy Sector er fremst á sínum øki, tá tað snýr seg um orkuframleiðslu, orkuflutning og orkusølu og um at flyta olju og gass. Umsetningurin hjá Siemens Energy Sector í 2008 var 148 mmilliardir krónur, samstundis sum felagið fekk bíleggingar fyri góðar 200 milliardir krónur. Tann 30. september í fjør var starvsfólkatalið