Jógvan Elias Winther Poulsen verður 1. juli nýtt umboð fyri DONG Energy í Føroyum. Hann tekur við eftir Regin Hammer, sum í fýra ár hevur verið umboð. Jógvan Elias Winther Poulsen er advokatur í Advokatskrivstovuni, sum samstundis kemur at verða nýggi bústaðurin hjá DONG Energy í Føroyum.
DONG Energy sigur í tíðindaskrivi, at Jógvan Elias kennir væl til DONG Energy, tá han áður hevur verið knýttur at løgfrøðiligu deildini hjá DONG Energy.