Donau hægstu flóð í 500 ár

Nú vatnflóð herjar í fleiri miðeuropeiskum londum, hevur tað serliga vakt ans, at í Týsklandi fløðir meira í Donau-ánni, enn tað hevur gjørt í yvir 500 ár.

Túsundtals hermenn og sivil bjargingarlið royna at stríðast ímóti vatnflóðini í bæði Týsklandi, Eysturríki, Sveis, Tjekkia og aðrastaðni.

Eina ringast er støðan í týska býnum, Passau (myndin), har áirnar, Inn og Ilz, munna út í Donau, og í gjár fløddi meira har, enn tað hevur gjørt síðani 1501.

Hóast vatnflóð er, so mistu teir gott og væl 50.000 íbúgvarnir í Passau í gjár vatnið, sum myndugleikarnir valdu at stongja fyri, so eingin smitta skal sleppa at breiða seg tann vegin.