Donadoni veður landsliðsvenjari

Marcello Lippi boðaði stutt eftir sigurin hjá Italia í HM-finaluni frá, at hann gevst sum landsliðsvenjari hjá Italia. Lippi var nógv avhildin sum landsliðsvenjari, men hann valdi at gevast, nú hann hevði sent Italia upp á heimstindin. Italska fótbóltssambandið hevur gjørt skjótt av við at finna ein avloysara, og nýggjur landsliðsvenjari verður fyrrverandi stórspælarin Roberto Donadoni. 43 ára gamli Donadoni spældi fyri Milan, og seinastu árini hevur hann verið venjari hjá felagnum Livorno.