Dómur staðfestur: 99 ár gomul KZ skrivari dømd í fongsul

Irmgard Furchner var skrivari í nazistisku týningarleguni Stutthof og var við til at drepa 10.505 fólk

Christian Charisius/AFP/Ritzau Scanpix

Ein samveldisdómstólur í Týsklandi staðfestir tvey ára treytaða fongsulsrevsing fyri 99 ára gamla fyrrverandi skrivaran Irmgard Furchner fyri at hava verið við til at dripið fangar í hópdrápinum í Stutthof konsentratiónsleguni undir seinna heimsbardaga.

Tað siga týsku miðlarnir dpa og Tagesschau at siga.

Stutthof var tann legan, sum danskir kommunistar vórðu sendir til í 1943, og av teimum doyðu 21.

Í 2022 varð Irmgard Furchner dømd fyri, undir seinna heimsbardaga, at hava stuðlað systematiska drápinum av 10.505 fólkum í arbeiði sínum sum stenografur hjá kommandantunum í leguni.

Tann tá 18 til 19 ára gamla kvinnan var í leguni undir krígnum, og hjálpti til at bíleggja tilfar til framleiðslu av eiturgassinum Zyklon B.

Hon skrivaði eisini listar yvir, hvørji skuldu burturvísast til deyðaleguna í Auschwitz .

 

/ritzau/

 

Christian Charisius/AFP/Ritzau Scanpix