Bjarni Djurholm, løgtingsmaður
www.djurholm.fo
-------
Vit liva í ivasamari tíð. Avgjaldsflokkarnir standa saman á tingi um at skatta høvuðsvinnuna enn meira. Skorin er nýggjur avgjalds- og ognartøkuleistur, uttan at vinnan yvirhøvur er hoyrd.
Í fjør heyst var semja um, at broytingar í høvuðsvinnuni skuldu gerast í semju millum vinnu og politisku skipanina. Dagførdir karmar skuldu gerast saman við vinnuni, har broytingar og tillagingar skuldu borga fyri gjøgnumskygni og tryggleika.
Ætlaða tillagingin var søgulig, og var hon fyrsta stigið at gera høvuðsvinnuna leysa av øllum almennum stuðli. Vinnan skuldi framyvir virka undir nýggjum stabilum lógarkarmum, har hon kundi arbeiða uttan politiska íblandan.
Lyftisbrot
Men hesum lyfti er man lopin frá við eittans endamáli. Tað er skjótast at fáa meira pening til hækkandi almenna rakstrarkostnaðin. Samgongan, tjóðveldi og framsókn tryggja nýggja umfordeilingspolitikkin.
Nýggja avgjalds- og ognartøkuuppskotið hjá dominerandi minnilutanum, lex tjóðveldi, líkist mest eini paladskollvelting. Nakað sum bert sæst í londum, vit ikki vilja vera samanborin við, har Hugo Chavez og hansara líkar umfordeila fólksins ognir.
Viðgerðin av markelmálinum seinastu tíðina fær tí øll skilafólk at ivast í evnunum hjá politisku skipanini at skapa tryggar karmar. Óvissan um framtíðar umstøðurnar hjá fiskivinuni hevur ongantíð verið størri enn júst nú.
Ikki minst, nú samgongulimir við burturforkláringum og tærnakrympi renna undan avleiðingunum av nýggja politikkinum, nevniliga at hol nú er sett á komandi avgjalds- og ognartøkupolitikkin. At framyvir skal mest møguligur peningur seyra gjøgnum politisku soldini fyri síðani at verða lutaður útaftur í samsvari við hugsjónarligu tilvitanina hjá samhaldsføstum politikarum, sum dáma best at brúka peningin hjá ....... hinum.
Sum niðri
Eitt er orðið og annað gjørdist minnilutasamgonga. Akkurát sum niðri, sum í Danmark, letur í løgmanni, meðan tjóðveldi og framsókn, sum revar í høsnarhúsi, stuðulsflokkar undir sambandi og javnaði, kunnu umfordeila og skatta vinnuna. Sum viðurlag fáa teir tilfeingisbúð og sum frálíður tilfeingisgjald á alla vinnuna. Harafturat eisini nýtt havrannsóknarskip fyri 200 mio. Alt serverað á silvurfati meðan landskassin kikkar eftir ondini fyri at kunna fíggja ein Marknagilsdepil fyri ½ mia?
Soleiðis skaltar, valtar og umfordeilir dominerandi minnilutin, sum so skinklandi meirilutin á tingi bivandi samtykkir.
Nýggi veruleikin
Reyða gongan samdist um at skatta fyri at reka tað almenna. Spurningurin er, hvat er so á skránni - hvar verða næstu gjøldini? Ognarskattur, progressivur kommunuskattur, samhaldsfastur samferðsluskattur - ja, bara fantasiurin fer at seta mørkini. Og alt fyri at dekka rakstrarvøksturin og vaksandi umfordeilingina hjá tí almenna.
Nei, politiska skipanin er nú so út av lagi óstøðug, at alt vanligt skilvísi ávarar móti gongdini, sum kann enda við niðurbræðing av øllum vinnuligum initiativi í landinum.
Her má sanniliga vend koma í.