Domenech ræðist Føroyar

Í Fraklandi rokna tey flestu annars dystin í Føroyum sum ein walk-over hjá fronsku stjørnunum, sum ikki høvdu stórvegis trupulleikar á vøllinum, tá teir eftir ein heldur turbolentan flúgvitúr vóru komnir til oyggjar okkara.

Men Domenech leggur áherslu á, at talan væl kann gerast um trupla uppgávu í august.

- Tað er ein dystur, sum eg hugsi nógv um. Tað kann væl vera, at tit flenna, men eg hugsi um dystin móti Føroyum í august. Tað er ein dystur, har fleiri av okkara spælarum als ikki eru í venjing, so tað hevur stóran týdning, at vit longu nú savna tankarnar um uppgávuna, sigur Raymond Domenech við goal.com.