Dómarin í Montenegro hevur áður dømt dyst hjá Føroyum

Niðurlendskur dómari sum dømdi EM-undankappingardyst millum Føroyar og Pólland fer at leiða dystin í Nikšić

Í annaðkvøld klokkan 19.45 spæla Føroyar annan HM-undankappingardystin í hesari undankappingini.

Dysturin verður leiktur móti Montenegro á Gradski stadion leikvøllinum í Nikšić. Leygarkvøldið vann Montenegro 3-1 á Gibraltar á heimavølli, meðan Føroyar taptu 1-2 fyri Kekkia á útivølli.

Tað verður ein gamal kenningur hjá landsliðnum, ið fer at døma dystin millum Montenegro og Føroyar. 

Talan er um 37 ára gamla niðurlendska dómaran, Allard Lindhout. Allard Lindhout dømdi EM-undankappingardystin millum Føroyar og Pólland á Tórsvølli 12. oktober í 2023.

Vit hava ikki tey bestu minnini um hann, tí í 48. minutti gav hann Hørði H. Askham reyða kortið. 

Allard Lindhout hevur dømt altjóða dystir fast síðani 2020. Hann hevur regluliga dømt dystir í bestu niðurlendsku fótbóltsdeildini síðani 2015, og áðrenn tað dystir í næstbestu niðurlendsku fótbóltsdeildini. 

MONTENEGRO - FØROYAR

Dómari: Allard Lindhout NED

Hjálpardómari 1: Rogier Honig NED

Hjálpardómari 2: Johan Balder NED

Fjórði dómari: Sander van der Eijk NED

VAR dómari: Jeroen Manschot NED

VAR hjálpardómari: Richard Martens NED

FIFA dómaraeygleiðari: Viktor Kassai HUN

FIFA dystarumboð: Rudolphe Mannaerts BEL