Dómarin er úr Slovakia

Seks menn eru komnir úr Slovakia fyri at taka sær av leiðsuni á Tórsvølli seinnapartin

Klokkan 17 verður fyrsta bríksl í landsdystinum millum Føroyar og Rumenia. Teir, sum fara at ansa eftir, at alt verður avgreitt sambært ásetingunum, eru allir úr Slovakia og harvið úr grannalagnum hjá gestunum á Tórsvølli ídag.

Dómari verður 31 ára gamli Ivan Kružliak. Fyrsta ferðin hann var dómari í undankappingardysti, var í fjør, tá ið hann á Wembley dømdi millum England og Moldova. Hjálpardómarar á síðulinjunum veraMartin Balko og Tomaš Somolani.

Fjórði dómari verður Tomaš Mokoš. Teir báðir, sum vera at síggja við hvør sín enda á vøllinum eruPeter Kralović og Mário Vlk.