Ein dómstólur í Suðurafrika broytti í gjár dómin hjá víðagitna rennaranum, Oscar Pistorisu, eisini kallaður Blade Runner.
Hann er dømdur fyri at hava dripið unnustu sína, Reeva Steenkamp.
Dómurin upp á seks ára fongsul er øktur til 13 ár og fimm mánaðar fongsul, skriva altjóða miðlar.
Pistorius skeyt valentinsdag í 2013 fýra ferðir gjøgnum eina baðirúmshurð í sovikari sínum. Steenkamp varð rakt og doyði. Pistorius helt uppá, at tað var eitt óhapp. Hann var bangin fyri, at onkur hevði brotið inn.
Ákærumyndugleikin í Suðurafrika kærdi fyrra dómin, sum hann helt vera »sjokkerandi mildan«.
Ákærumyndugleikin hevur fyri dómstólinum víst á, at Pistorius ikki vísir nakað angur fyri gerð sína.
/ritzau/