Í 50 ár hevur country legendan Dolly Parton verið gift Carl Dean, ið er 73 ár, og sum hevur eina asfalt-fyritøku, men sum annars er mest sum eitt loyndarál fyri miðlunum.
Tað er langt síðani, at tey eru sædd saman, men herfyri hildu tey 50 ára brúdlleypsdagin tann 30. mai við at gifta seg einaferð enn.
Tey høvdu eina privata veitslu í Nashville, har tey búgva.
Dolly er just farin á ferð, Pure & Simple, og er hetta størsta sangferð hennara í 25 ár.
Carl Dean er neyvan við á ferðini, men hinvegin hevur sagt ja til at svara øllum spurningum um brúdleypið, og er hetta sera óvanligt. Bæði Dolly og fjepparar sendu spurningar, ið verða almannakunngjørdir í samband við sølu av myndum frá brúdleypinum. Peningurin fer til felagskapin hjá Dolly, Imagination Library, ið letur til børn við serligum tørvi.










