Beint eftir klokkan tvey seinnapartin kom virðið á amerikanska dollaranum niður á 4,9947 krónur. So lágur hevur dollarin ikki verið síðani á sumri í 2008, tá kursurin var niðri á 4,65 krónum. Tað skrivar Børsen.
Høvuðsorsøkin til tað lága dollaravirðið er, at tjóðbankarnir í USA og evrulondunum hava ikki sama pengapolitikk. Í USA er Federal Reserve í ferð við at linna politikkin við at halda rentuni nærhendis 0, samstundis sum Evropeiski Miðbankin er í ferð við at hækka rentuna.
-Hetta er tann beinleiðis orsøkin til, at dollarin er viknaður í dag, sigur Jacob Graven, búskaparfrøðingur hjá Sydbank, við DR.