Var Danske Bank ikki vorðin bjargaður av amerikanska statinum undir fíggjarkreppuni, tá ringast stóð til, var hann fara fyri bakka.
Soleiðis ljóðar niðurstøðan frá Jacob Kirkegaard, ið er serkønur innan búskap í altjóða stovninum The Peterson Institute.
- Danske Bank hevði ikki verið til í dag, uttan statsstuðulin úr Washington, sigur hann við Politiken.
Metingin kemur eftir at Federal Reserve hevur almannakunngjørt tøl sum vísa, hvussu nógv bankar uttan fyri USA fingu í láni frá bankpakkunum.