Ódnarveður breyt aftur fyri sær

Millum klokkan níggju og tíggju í morgun var so nógvur vindur á kajøkinum í Leirvík, at ein stór bingja, sum var spent føst við ketu, sleit seg leysa og hvarv út á sjógv Eins og í síðstu viku var øgiligur vindur í nátt og í morgun.

Úr Leirvík verður sagt, at tað var allar ringasta veðri fyrrapartin.

Serliga harðført var ímillum klokkan níggju og tíggju, tá ein 10 kubikkmetrar stór bingja, sum stóð á kajøkinum, sleit seg leysa (ketan sæst á myndini). Bingjan, ið varð nýtt til papp, legði jarnpelar og hegnið niður og endaði á sjónum.