Hans Jákup Simonsen, Valevni fyri Javnaðarflokkin til Tórshavnar Býráð
??????
Ídnaðarøkið á Oyrareingjum hevur at kalla ikki verið brúkt til ætlaða endamálið nakrantíð. Tað er bæði synd og stór skomm, at økið bert liggur og samlar órudd, og vil eg arbeiða fyri, at økið verður brúkt til arbeiðsskapandi virksemi. Tó eiga vit ikki at brúka økið til hvat sum helst.
Tað frættist, at ætlanin er at leggja eina bingjuhavn inni á Oyrareingjum. Hví er tað so umráðandi at brúka økið til bingjuhavn? Hevði ikki verið skilabetri at brúkt økið til vanligan ídnað, ið kundi givið fleiri arbeiðspláss?
Eg haldi, at tað er sera umráðandi, at man ikki ger nakað, sum skemmir bygdina ella kvettir bygdina av um tvøran. Hví ikki lata økið til vanligan ídnað og kanska útskriva eina kapping, um hvussu økið kann gerast liðugt, uttan at oyðileggja umhvørvið rundanum? Vit mugu minnast til, at hetta liggur millum sethús, og tí er altumráðandi, at man ikki í óðum verkum fer at spreingja seg inn í alt upplandið og gera eitt óneyðugt sár í bygdina.
Eitt hugskot til tungan ídnað ella bingjuhavn kundi upp á sikt verið at farið út um bygda økið, sum man eisini tosaði um í einari gamlari ætlan fyri Kollafjørð.
Lat okkum hyggja at, hvussu økið kann brúkast best, uttan at oyðileggja nærumhvørvið, heldur enn at stara okkum blind í núverandi ætlan um bingjuhavn.