DMI: Turt og lýtt veður í dag

Har sólin kemur fram, verður upp í 22 stig

Danska veðurstovan DMI roknar við góðum veðri í dag. Tað verður turt og lýtt, men í støðum verður mjørki.

Tað verður 2-7 m/s av eystri. Nógvastaðni verður tjúkt og bara nakað av sólk. Men vestanfyri kann roknast við meira sól. Hitin verður millum 12 og 17 stig. Har sólin kemur fram, verður upp í 22 stig.

Týsdagin verður 2-7 m/s av eystri. Turt og skýggjað veður, í støðum mjørki. Hitin millum 13 og 18 stig. Um náttina fer vindurin í landnyðring, og tað fer sum frálíður at regna. Hitin um 12 stig.