FERÐ
Umboð fyri KT virkir og tað almenna fara fyrst í februar á kunningarferð til London. Hetta skrivar Vinnuhúsið á heimasíðuni.
?Endamáli við ferðini er bæði at fáa íblástur og at fáa kontaktir, sum kunnu geva ítøkilig úrslit, sigur Robert Vilhelmsen, formaður í KT-felagnum við Vinnuhúsið.
Eitt av evnunum, sum dentur verður lagdur á á ferðini er E-Government, har endamálið er at fáa íblástur til digitalisering av almennari fyrisiting. Tann eina dagin verða fundir við veitarar og nýtarar av nýskapandi KT-skipanum innan almenna fyrisiting.
Føroysku fyritøkurnar skulu eisini hvør í sær hava sølu- og kunningarfundir við bretsk feløg. Føroyska sendistovan í London hevur lagt hetta til rættis eftir ynskjum hjá luttakarunum.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, verður við á ferðini, og eftir ætlan skal hann hitta bretska ráðharran, sum varar av KT økinum.









