Tað tók fimm sett og góðar fimm tímar, men tá avtornaði kundi Novak Djokovic kalla seg Wimbledon meistara fyri fimtu ferð.
Lagt var upp til tað heilt stóru finaluna, tá Novak Djokovic og Roger Federer møttust á Center Court í Wimbledon í gjár til finaluna. Federer hevur vunnið Wimbledon átta ferðir, og er sostatt eisini tann, ið hevur vunnið Wimbledon oftast.
Tað mátti eisini ein tie-break til í fimta setti til fyri at avgreiða uppgerðina, og eftir ein brølara frá Federer, tá Djokovic hevði match point, var dysturin liðugur við settúrslitunum 7(7)-6(5) 1-6 7(7)-6(4) 4-6 13(7)-12(3).
Wimbledon hevur serliga skipan, har einki tie-break verður í fimta settinum, fyrr enn báðir leikararnir eiga 12 games, ella partí, í part.
Djokovic mátti eisini bjarga tveimum match points móti Federer, ið uttan iva angrar, at hann ikki tók av og vann dystin, tí ivasamt er, um 37 ára gamli sveisarin fær møguleikan aftur.
Við sigrinum í gjár er 31 ára gamli Djokovic komin upp á 16 grand slam sigrar, tað er 2 færri enn Rafael Nadal og 4 færri enn Federer, ið framvegis eigur harrametið fyri flestar grand slam sigrar.