Djokovic byrjaði væl

Serbiska tennis stjørnan, Novak Djokovic, byrjaði OL kappingina væl

Serbiska tennis stjørnan, Novak Djokovic, byrjaði OL kappingina væl. Undan kappingini var tað eitt sindur óvist, um hann fór at luttaka. Nummar eitt á styrkislistanum valdi tó, sum hann altíð ger, at luttaka og harvið kempa um OL steypið.

 

 

 

Djokovic spældi sín fyrsta dyst í gjár. Mótstøðumaðurin var Hugo Dellien, ið er nummar 135 á styrkislistanum. Á pappírinum var hetta tískil ein avgreiðsluspurningur fyri Djokovic, og soleiðis bleiv eisini. Serbin vann 2-0 í settum, og úrslitini vóru 6-2 í ávikavist fyrsta og øðrum setti.

 

 

 

Vegurin fram til semifinaluna tykist yvirkomiligur fyri heimsins besta – og er hetta serliga við tí í huga, at Djokovic hevur verið ósteðgandi í 2021. Tað er longu greitt, at um Djokovic røkkur semifinaluna, so verður mótstøðumaðurin Alexander Zverev. Zverev er nummar fimm á styrkislistanum, og er høgi týskarin ein spælari, ið bjóðar øllum av á hørðum undirlagið (t.e. hardcourt).

 

 

 

Tískil er ikki óhugsandi, at hetta verður fyrsta veruliga avbjóðingin hjá Djokovic til ársins OL.