Nú tað nærkast miðnátt verður nógv fýrverk skotið. Men ljósið og larmurin ávirka tó fleiri av djórunum, sum verða bangin og summi taka til rímingar.
Djóraverndarfelagið minnir tí á Facebook síðu teirra um at hugsa um dýrini og um trygdina.
– Fleiri djór gerast púrasta frá sær sjálvum av ræðslu, og hava vit sæð longu nú, at okkurt djór er vilst heimanífrá, tí tað knappliga hoyrdust skot! Havið djórini inni og í tryggum og kendum umstøðum, samstundis sum tað bert verður skotið tá tað “eigur” at verða skotið, so eru tit longu komin nøkur fet nærri einum væleydnaðum nýggjári fyri tey, skrivar Djóraverndarfelagið.
– Øll djór kunnu gerast bangin. Eisini ross, seyður, neyt, hønir, kaninir osfr. Tí er tað alneyðugt at vit tryggja tey væl, óansæð hvat djór tað er. Og serliga, at man hevur húsdjórini inni, soleiðis at tey ikki blíva burtur. Hvørt ár villast fleiri djór, summi er burtur heilt leingi eisini, og tað er sera synd fyri tey, verður lagt afturat.










