Føroya Civila Hundaførarafelag skipar fyri hundavenjing ymsa staðni í landinum, men hesa vikuna sleppa hundarnir at royna heilt serligar umstøður, inni í SMS
Tað sum viðskiftafólkini kunnu gleða seg til er framsýning av tveimum ymiskum hundasnildum.
Agility – ella hundafimi – er ein hundaítrótt, ið hevur vundið nógv uppá seg seinastu árini, bæði innanfyri kappingar og stuttleikavenjingar.
Endamálið er, at hundurin skal renna ein bana við ymsum forðingum uppá so stutta tíð, sum gjørligt. Hundurin skal m.a. leypa upp um ymisk lop, renna ígjøgnum tunnlar, slalom, eftir balansubummi og nógv annað. Agility venjing krevur, at hundurin so nøkulunda kann vera saman við øðrum hundum, uttan at hava alt ov góðan hug at fara at klandrast við teir.
Rally lýdni er ein nýggj hundaítróttargrein, ið hevur fingið stóra undirtøku seinastu árini. Rally lýdni er eitt lívligt alternativ til siðbundnu lýdnivenjingina, sum umfatar alla vanliga grundvenjing, so sum kom tá eigarin rópar, gang pent, sit, ligg og nógv annað.
Venjingin av Rally lýdni fer fram á bana, uppbygdur av ymiskum boðskeltum. Flestu boðskeltini kunnu brúkast í dagligdegnum, tá tú er úti saman við hundi tínum. Stórur dentur verður lagdur á samstarvið millum hund og førarar.
Umframt hundafimi, fara hundaeigararnir at vísa, kanska serliga børnunum, hvussu ein eigur at heilsa uppá ein hund.
Snildu hundarnir vitja á Torginum í dag og í morgin fríggjadagin frá kl. 16.30.