Kollafirði:Tað verður nógv spennandi og áhugavert at síggja á Búnaðardeplinumí Kollfjarðardali, nú Sundalagsstevna verður hildin í Kollafirði um vikuskifti.
Eitt tað mest forvitnisliga, sum er á skránni á Búnaðardeplinum hesar dagarnar, er ein djóragarður. Talan er um framsýning av føroyskum húsdjórum, eins og eisini ymisk kelidjór, sum fólk hava heima við hús, verða at síggja á støðini.
Kári Árting, formðaur í Kollafjaðrar Ítróttarfelag, KÍF, ið er ein av stevnufyrireikarunum sigur, at tey hava lagt dent á at fáa so nógv føroysk húsdjór, sum gjørligt, við á framsýningina. Og av tí, at hetta er tíðin, tá nógv teirra hava ungar, verður eisini væl av teimum at síggja.
Kálvar, lomb, fyl, dunnu- og gásarungar verða ivaleyst at síggja í djóragarinum hesar dagarnar.
Og høsnarungar verða klaktir alla tíðina, greiðir Kári Árting frá.
Tað er soleiðis, sigur hann, at Rólvur Djurhuus, bóndi í Kollafirði, sum hevur ábyrgdina av djóragarðinum, hevur sett eina klekimaskinu við høsnareggum at klekja soleiðis, at ungarnir verða klaktir, meðan stevnan er. Soleiðis verða alla tíðina nýklaktir høsnarungar at síggja á djóragaðrinum í Kollfjarðardali. Og hvør veit? Kanska verður tað so heppið, at júst tú sleppur at standa og hyggja at, meðan hesin lítli ungin kemur úr egginum.
Eisini onnur djór, enn tey, sum inni á garðinum verða, fara at verða at síggja á økinum í Kollfjarðardali. Tað er nevniliga so, at menn, sum eiga seyðahundar, plaga at hava venjingar við teimum á økinum. Og á Sundalagsstevnuni fara nakrir teirra at vísa síni kynstur fyri fólki, sum hevur áhuga í at síggja tað. Eisini sleppa børnini at royna at sita á rossabaki. Tí ponyríðing verður sum vera man eisini á Sundalagsstevnuni.
Sunnudagin verður skipað fyri gongukapping. Har sleppa tey, sum halda seg orka eitt sindur, at kappast um at koma fyrst niðan á Sátuna og oman aftur.
Nú er tað ikki nøkur hoysáta, sum kanska stendur í bønum við Bunaðardepilin í Kollfjarðardali, fólk fáa høvið at sleppa uppá, uttan fjallið norðanvert Skælingsfjall móti Leynum, sum talan er um.
Lagt er upp til, sigur Kári Árting, at eggja ítróttarfólki, røktingarmonnum, gongufelagsfólki og hvørjum, sum nú heldur seg til, at ganga teinin úr Kollfjarðardali niðan á Sátuna og oman aftur upp á so stutta tíð sum gjørligt. Hann leggur afturat, at øll kunnu vera við á túrinum, um tey ikki leggja í at kappast um at vera fyrst. Tí túrurin er góður og lættur at ganga.
Og seta fólk sær ikki fyri at ganga allan vegin niðan á Sátuna, ber til at gera ein styttri túr, sum fyriskipaður er. Tað er niðan á Skælingstjørn. Har var fyrr ein nykur í, men ikki er sannlíkt, at tey, sum nú vitja tjørnina, síggja hann, siga fólk í dag. Tí sagt og skrivað er, at menn hava veitt hann við nót og selt hann í Havn. Talan var um eitt rættiliga stórt síl. Av teimum størstu, menn vita um at vera veitt á føroyskum vøtnum yvirhøvur.
Øll, sum luttaka í gongutúrunum, bæði niðan á Sátuna og niðan til Skælingstjørn, fáa eitt skreytblað til minnis um luttøkuna.
Rættiligur summarstevnudámur verður á økinum, siga fyrireikararnir. Leygardagin millum klokkan 18 og 20, og sunnudagin millum klokkan 17 og 19 fer kokkurin, Kirstin Ferjá Hansen úr Kollafirði, at matgera á opnari grill á økinum við Búnaðardepilin í Kollfjarðardali.
Umframt øll hesi tiltøkini, sum stevnufyrireikararnir skipa fyri, verður eisini ein søluframsýning, sum MBM hevur, á økinum, sigur Kári Árting.
Tað eigur ikki at vera nakað, sum forðar fólki í at vitja tiltøkini við Búnaðardepilin í Kollfjarðardali á Sundalagsstevnuni. Parkeringsviðurskiftini eru góð, og øll tiltøkini eru ókeypis.