Djór eru eisini menniskju

Vit eiga ein hamstara. Ella tað vil siga, yngri sonurin hjá mær eigur ein hamstara. Eg vildi fegin sloppið undan at átt ein hamstara. Men eri noydd - av tí at sonurin býr hjá mær. Eg eri sameigari. Sikkin ein elendigheit, spyrt tú meg.


Ein plastikkassi við hoyggi og einum hjóli, hamstarin melur runt í. Tað er tað einasta, hamstarin - sum eitur Natasha eftir henni sjálvari, sum sang, at hon vildi hava Danmark tilbage - sála, sukk - ger. Also, tá hann ikki svevur. Segði nakar meiningsloysi. Totalt meningsloysi. Búrið stendur bara har, og djórið verður so dánt hildið á lívi. Har hendir ikki stórt meira í tilveruni hjá einum búrhamstara. Tað skuldi verið forboðið. Eg føli meg kriminella. Fái ringa samvitsku hvørja ferð eg gangi framvið búrinum. Og tað geri eg ofta. Einar 50 ferðir um dagin rokni eg við. So tit kunnu ætla, hvussu ringa samvitsku, eg havi.

Pína í lívinum

Vit eru ikki heilt í ordan, vit menniskju. Billa okkum inn, at tað er eitt slag av nærleika við náttúruna at hava hamstara. Men har fara vit skeiv. Tað er júst eitt gott dømi um, hvussu langt burtur frá náttúruni, vit eru. Natasha býr í einum reyð-blá-gul-grønum plastikk-kassa og hevur ongan at snakka við. Hon kundi runnið runt í Andesfjøllunum og stuttleika sær í staðin. Tað má vera stuttligari enn at renna sum ein onnur Duracell-kanin í hasum hjólinum. Eg havi Weltsmerz, lívspínu, hennara vegna. Veit væl, at tað ikki eru tær stóru spekulatiónir, ein lítil hissini hamstari gongur runt við, men allíkavæl.

Gev bara upp hamstari

Sonurin er nokkso góður við hamstaran. Men nú er tað bara í periodum. Tekur hann upp og heldur hann vera forferdiliga fittan. Tað er hann eisini, hamstarin. Men ein hamstari er eisini eitt djór, sum ikki krevur nakað. Tí blívur tað keðiligt. Hann gongur og gongur og virkar.....apatiskur. Hetta er mín tulking sjálv­andi. Hamstarin er sikkurt líkaglaður. Sær bara út til at leita eftir eydnuni uttan at finna hana. Og løgið er tað, at hann instinktivt hamstrar, also letur eina rúgvu av mati (nøtir, frukt, grønt, poppkorn) inn í kjálkarnar og leitar sær eftir einum spísi­kamari, har tað kann koyrast úr aftur kjálkunum og liggja í frið. Løgið, tí hann hevur jú ongan at kappast við! Har er einki at vera bangin fyri, Natasha. Sorry, men so er. Tú kanst akra tað sama geva upp.

Natasha livir enn

Tað góða við einum hamstara er, at hann livir allar­hægst 4 ár. Og tað eru minst tvey eitt hálvt ár síðan vit keyptu hann. So vit nærkast endanum. Og eg skal aldrin, aldrin hava eitt djór í einum búri aftur. Fyri 18 árum síðan høvdu vit tvær dvørgfinkur – tí vit feilaktutt hildu, at tað fór at vera stuttligt hjá eldra soninum. Fittligir á at líta, men tær ýldu og skríggjaðu sum stungnir grísar allan dagin langan. Tað summi kalla fuglasong bara við einum esjandi klangi av hysteri – ikki til at halda út yvirhøvur. Fuglar í búri halda opinbart, at tað er nátt, um man blakar eitt teppi á búrið – og so tiga teir. So hesar neyðars finkur høvdu eina langa nátt, ta tíðina tað tók at sleppa av við tær. Fuglar í búri! Tað er beinleiðis ónt. Haha, tú ert ein fuglur, sum eigur at brúka tínar veingir at flúgva við, so vit sperra teg inni í einum trongum kassa. Har er okkurt, vit hava misskilt. Gott, vit sluppu av við teir. So kann onkur annar hava ringa samvitsku.

Eiturkoppar undir songini

Eg havi tað fínt við eiturkoppum og flugum inni. Flug­urnar fáa eitt klask við flugusmekkaranum og eitur­kopparnir sleppa at renna inn undir songina aftur, eru teir stórir, taki eg teir og sleppi teimum útum. Mær dám­ar nokkso væl eiturkoppar, faktisk. Haldi, teir eru fittir.

Klorin og kettulortur

Eg eri ikki djóravinur uppá tann mátan, at eg vil hava tey inni. Ein ketta, sum ger tað hon skal úti, gongur akra ann. Men ikki ein ketta, sum ger tað hon skal, inni. Hon er ikki vælkomin. Og tað gera tær í fyrstani, tær eg havi havt í øllum førum. Einki, einki er so ólekk­urt sum ein heitur kettulortur í dýnuni. Ella aftanfyri stereoannleggið í øllum leidningunum. Tá ringir man til sína vinkonu Døgg og spyr um tað ikki var hon, sum vildi hava eina kettu. Tað vildi hon - sama dag sum hatta við leidningunum. Pheeew. Brúkti tveir tímar og ein hálvan litur av Klorin. Sonurin trúði mær, tá eg segði, at kettan var horvin. Har var einki annað at gera, frúan hevði mist tolið. Og eg hevði ikki meira Klorin heldur.

Skjótt er tað yvirstaðið

Um hálvtannað ár ella so er tað slutt. Og Natasha hevur eisini fingið frið. Dakkalin. Má fara at geva henni nakrar nøtir, so hon verður mint á, at hon er ein hamstari.


Astrid MacDonald

alias Ulladukkan