Djúpt óetiskt at fáa 80.000 kr. í vikuløn

- MÁ STEÐGAST Hetta kann ikki halda fram, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum og sjálvur lækni

Tað er ”djúpt óetiskt”, at ein lækni skal fáa 80.000 krónur um vikuna í løn.
Tað heldur Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, og sjálvur lækni.
Hann sipar til lønina læknar av Landssjúkrahúsinum fáa fyri at arbeiða á teimum báðum smáu sjúkrahúsunum.
- Hetta er ein skipan, sum ikki kann halda fram, leggur hann afturat.
Suðuroyar Sjúkrahús skal spara eina millión og nú er floksfelagi hansara, Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, farin at leta eftir pengunum.
- Spara vit 20.000 um vikuna í læknalønum á Suðuroyar Sjúkrahúsi, gevur tað meiri enn eina millión í sparing um árið, sigur formaður Miðfloksins.
Jenis av Rana vísir eisini á, at einasti urologur í Føroyum er á Suðuroyar Sjúkrahúsi, men kortini brúkar heilsuverkið nógvar pengar upp á útlendskar urologar.
- Tað mesta av hesum útreiðslunum kunnu sparast burtur á Landssjúkrahúsinum og á Klaksvíkar Sjúkrahúsið og flytast á Suðuroyar Sjúkrahús, sigur hann.
Jenis av Rana sigur, at her eru gyltir møguleiki at spara pengar í heilsuverkinum.
- Fáa vit minka lønina úr hjá teimum læknunum úr 80.000 krónur um mánaðin, niður í 40.000 krónur um vikuna, er tað framvegis talan um eina vitleysa vikuløn.
- Men tað er ein sparing á yvir tvær milliónir hjá Heilsiverkinum og eg ivist stórliga í um læknarnir fara at siga nei takk til eina vikuløn á 40.000 krónur, staðfestir Jenis av Rana.
Hann sigur, at hetta er eitt dømi um, at tað er nóg mikið av pengum í skipanini og so leingi tað er støðan, má tað bera til at spara, uttan at siga fólki upp, sigur formaður Miðfloksins.
- Eg havi ikki ringa samvitsku yvirhøvur at spara í einum Heilsuverki, har slíkt fer fram, leggur hann afturat.
Karsten Hansen sigur, at tað verður neyðugt at fáa meiri fyri pengarnar og læknalønirnar eru ein týðandi partur av tí og tað ber ikki til at skipa alt samfelagið eftir einstaklingum.
- Hinvegin havi eg als ikki fatan av, at allir partar ikki eru sinnaðir til at vera við í tí verkætlanini, leggur landsstýrismaðurin afturat.

Stjórin bíðar
Ronnie Midjord, stjóri á Suðuoyar Sjúkrahúsi, sigur, at enn eru ongi stig tikin at seta sparingina á eina slaka millión í verk á Suðuroyar Sjúkrahúsi, soleiðis sum Løgtingið hevur samtykt.
Hann sigur, at Heilsumálaráðið ætlar at brúka fyrsta ársfjórðing at fáa greiði á læknaligu viðurskiftunum og læknalønunum, sum nevnt er í hinum báðum greinunum.
Fyrrenn boð eru komin aftur úr Heilsumálaráðnum, verður onki gjørt, sigur hann.
LES EISINI GREININA Bjóðar føroyingum læknar fyri hálva løn