Í fjør gjørdi rockbólkurin Dizzy Mizz Lizzy ordans comeback við tveimum nýggjum sangum og konsertferð, sum eisini umfataði framførslu á G! Festivalinum í Syðrugøtu.
Tim Christensen og hansara menn hava hug til meira. Teir ætla aftur í ár at verða virknir við framførslum, og seinast í mars kemur ein nýggj útgáva frá bólkinum – tann fyrsta í 20 ár. - Vit gleða okkum at finna út av, hvussu teir nýggju sangirnir fara at standa seg ímóti teimum gomlu og kendu sangunum, sigur Tim Christensen, oddamaður í bólkinum. - Vit skulu ikki kappast við okkara fortíð, men vit skulu skapa nakað nýtt og viðkomandi, sum kann fáa sítt egna lív og liva væl saman við tí gamla tilfarinum, sigur hann. Dizzy Mizz Lizzy arbeiðir nú miðvíst við sangunum til nýggju útgávuna, og teir samstarva við framleiðaran Jacob Hansen, sum eitt nú hevur arbeitt saman við føroyska rockbólkinum Týr.