Tað vóru dagar, tá ið Disney gjørdi væl umtóktar teknifilmar, og tað var tað, men seinastu árini hevur Disney vaksið seg til at verða heimsins størsti framleiðari av spælifilmum.
Disney hevur seinastu 10 árini keypt onnur feløg, sum framleiddu filmar, og í 2016 slær Disney væntandi øll met við sølum av biografbilettum.
Disney gjørdist fyrsta og einasta filmsfelag, sum seldi bilettir fyri 50 milliardir krónur í einum ári, og í ár verður hetta met sligið, tí roknað verður, at Disney fer at selja fyri næstan 60 milliardir krónur. Hetta skrivar The Guardian.
Disney hevur framleitt fýra teir mest sæddu filmarnar í ár – Captain America: Civil War, Finding Dory, Zootopia og The Jungle Book. Disney hevur eisini framleitt Star Wars Rogue One, sum júst er frumsýndur í biografum og fer at selja stórt.
Disney hevur seinnu árini keypt eitt nú Pixar, sum framleiddu Toy Story filmarnar, Marvel, ið umfatar eitt nú X-Men og Iron Man, og í 2012 keypti Disney alt Star Wars konseptið frá George Lucas.
Seinastu fýra árini er virðið á partabrøvunum í Disney konsernini trífaldað, og mett verður, at marknaðarvirðið á Disney er umleið 1200 milliardir krónur.