Diskriminering

Sjúrður Skaale skrivar grein, sum hann kallar "Lógin skal verja tey samkyndu" í blaðnum Fregnir fríggjadagin.

Í greinini verður m.a. sagt, at Gallup setti m.a. henda spurning: "Í Føroyum er við lóg bannað at diskriminera fólk vegna kyn, rasu ella religión. Skal henda lóg eisini umfata tey, ið eru samkynd?"
Heili 65 % svaraðu ja, 17 % søgdu nei, og 18 % vistu ikki.
Sagt verður, at henda lóg er smíðað fyri at verja minnilutar.
Eg hugsaði so, hvørjar minnilutar skal lógin verja?
Nevnda grein svarar sjálv spurninginum: kyn, rasu ella religión, og so verður skoytt uppí: samkynd.

Kyn:
Til eru bara tvey kyn, og hvørki teirra kann sigast at vera ein minniluti.
Bæði eru so nøkurlunda javnt umboðaði!

Rasa:
Í Føroyum eru t.d. myrk fólk ein minniluti, men eg havi ongatíð hoyrt um, at tey ikki hava somu rættindi sum øll onnur.

Religión:
Samb. lóg, hava vit trúarfrælsi í Føroyum, - við ávísum undantøkum.
Tað er eingin trupuleiki at hava og dýrka eina og hvørja religión, - eisini "kristnu" religiónina.
Men, tá onkur loyvir sær at taka kristindómin, Jesus Kristus og Bibliuna, bókstaviliga, verður hann við tað sama kallaður fundamentalistur - í negativum týdningi!
Er ætlanin at verja ein minniluta, so kunnu vit staðfesta, at lógin als ikki virkar á hesum øki!
Samkynd:
Verandi lóg umfatar ikki tey samkyndu.
Vit kunnu staðfesta, at tey sokallaðu samkyndu, eru ein lítil minniluti.
Men tá sagt verður í yvirlýsingini til frama fyri samkynt parlag:
"Vit ásanna, at tey samkyndu Í Føroyum alt ov leingi hava verið ein minniluti sum hevur fingið eina mannminkandi viðferð í tí føroyska samfelagnum. Tey samkyndu hava ikki kunnað vart seg fyri mismuni og happing og hava eisini ofta verið fyri hatursálopum.
Samkyndir føroyingar hava tí verið noyddir at flyta av landinum fyri at sleppa at liva eina virðiliga tilveru.
Hetta er ein stór skerjing í frælsinum hjá teimum samkyndu og ikki minst hjá familjum teirra - heilt vanligum føroyskum familjum - sum hava "mist" síni samkyndu børn.
Tey samkyndu, sum av ymiskum orsøkum ikki hava megnað at funnið sær friðskjól uttanlands, hava livað í Føroyum undir støðugari hóttan og niðurgering. Hetta kann als ikki góðtakast í einum siviliseraðum og demokratiskum samfelagi, sum byggir á humanistiska siðvenju."

Her verður sagt, at tey sokallaðu samkyndu hava
fingið mannminkandi viðferð
hava ikki kunnað vart seg fyri mismuni og happing
hava ofta verið fyri hatursálopum.
stór skerjing í frælsinum
familjurnar hava "mist" síni samkyndu børn.
Tey, sum ikki hava funnið sær friðskjól uttanlands hava livað
undir støðugari hóttan og niðurgerðing.

Tað kann ikki bera til, at hetta er allur sannleikin.
Eg loyvi mær at pástanda, at hetta eru leysir pástandir!
Ella í minsta lagið, er ov nógv gjørt av.

Høpisleys lóg
Eg má hava loyvi at spyrja:

Um eg ikki hoyri til
eitt minniluta kyn
Um eg ikki hoyri til
eina minniluta rasu
Um eg ikki hoyri til
eina minniluta religión
Um eg ikki
eri samkyndur

Er so loyt at happa meg ?
Ella:
Er loyvt at happa meg fyri alt annað?,
bara ikki vegna kyn, rasu ella religión ?
Eg havi hoyrt um happing í skúlunum. Er tað loyvt ?
Tað kann ikki vera rætt, at gera serlógir, so tað ikki er loyvt at diskriminera fólk vegna kyn, rasu, religión ella kynslig frávik.
Hvat so við øllum hinum.
Tey, sum hava okkurt annað brek, t.d. er onkur lámur, onkur hevur fátæk foreldur, onkur er ov klænur, onkur er ov feitur o.s.fr.
Skulu øll verjast við serlógum, verður listin langur.
Nei, hatta kann ikki vera rætti vegurin at ganga.
Øll eiga at vera líka fyri lógini.
Serlógir, lógir fyri ávísar bólkar, gera bert støðuna fløktari!