Diskotekklubbin skipar fyri veitslu

Fríggjakvøldið 1. oktober verður skipað fyri rimmarveitslu í Veitsluhøllini hjá Havnar Klubba.

Fríggjakvøldið 1. oktober verður skipað fyri rimmarveitslu í Veitsluhøllini hjá Havnar Klubba. Tað eru teir, ið skipaðu fyri Diskotekklubbanum í Havn í sjeytiárunum, sum hava tikið stig til hesa veitslu, sum verður fyri øll, ið hava arbeitt í Diskotekklubbanum.

Sambært Árna C. Joensen, ið saman við Sigurði Beck og Petur Olivur í Hoyvík skipaði fyri klubbanum, hava eini 6-800 fólk arbeitt í Diskotekklubbanum hesi árini, og er ætlanin at savna sum flest av teimum til hesa veitslu, ið Ovi Dam hevur tikið stig til. Hann var ábyrgdarmaður hjá duravørunum fyrstu árini.

Diskotekklubbin varð stovnaður í 1970, tí tá var nærum eingin dansur í høvuðsstaðnum.

? Tað var bara almennur dansur umleið eina ferð um mánaðin. Fyri at sleppa undan stuttleikaskattinum og afturlatingartíðum valdu vit at stovna ein klubba - og tað kollvelti allan dansisið, sigur Árni C. Joensen.

Tey, ið ynskja at vera við til veitsluna skulu bara gjalda 275 krónur á konto 159.083.0 í Føroya Banka, sigur Árni C. Joensen.