- So nú nyttar einki hjá teimum, sum einki atgongumerki hava, at standa uttanfyri og royna at sleppa inn, tí tað var útselt longu týsdagin.
Fyrireikararnir av Dallaskvøldinum siga, at teir gleða seg til kvøldið, serliga tí, at asfalt-DJararnir eru allir komnir heim til Føroya í øllum góðum. Fyrireikararnir eru harafturat serstakliga fegnir um, at tað hevur eydnast teimum at fáa Martin Mouritsen, sum stovnaði Diskotek Dallas, heim. So tað er ein litríkur flokkur av DJarum, ið dugnar tí fjølmenta diskoteksskaranum í Deep í kvøld.
Teir siga seg eisini vilja síggja so nógv sum yvirhøvur til ber longu frá klokkan 10 í kvøld, tí øll fáa ein bita og gott at drekka afturvið so koma ádrenn kl 24. Tess fyrr fólk koma, tess betri verður lagið.