Hetta er ein roynd at gera ein actionfilm, sum ikki áður er sæð í Føroyum og eisini fyri at royna, hvat tað veruliga krevur at gera ein film.
Tað sigur Dann Thorleifsson, sum er produsari av filminum Dirty Danny, sum sæst niðanfyri.
Dann Thorleifson sigur,a t allar upptøkurnar verða gjørdar í Keypmannahavn, og tað eru bara føroyingar, sum eru við í verkætlanini.
Hetta er ein verkætlan, sum í byrjanini varð gjørd til stuttleikar, men nú hava vit so valt at gera projektið liðugt kortini, sigur hann.
Stutt um filmin kann sigast, at hann er um ein Dirty Danny, sum er tikin av yvirgangsmonnum, men sleppur síðani leysur. Hann verður jagstraður, men sleppur so burtur frá yvirgangsmonnunum. Fimlurin heldur fram, har hann skal hevna seg, og tað verður gjørt upp á tann harða mátan.
Brot úr filminum sæst niðanfyri.
Instruktør er Arne Solmunde Leivsgarð
Produsari er Dann Thorleifsson
Leikarar eru:
Rúni Akralíð Nielsen
Hallur Dalsgaard
Martin Olsen
Dann Thorleifsson
Mortan Thomsen
Jón Hammer
Link til Facebookbólkin










