Dirk Kuyt og Liverpool søktu Manchester United

 

Við einum reinum hattricki frá Dirk Kuyt, vann Liverpool 3-1 á Manchester United á Anfield. Andy Carroll kom eisini inn á fyrsta sinni fyri Liverpool. Fríggjadagin fylti Liverpool venjarin, Kenny Dalglish, 60 ár. Í dag fekk hann eina rimmar føðingardagsgávu frá felagnum. Liverpool vann nemmiliga arvafígginda og grannauppgerðina móti Manchester United.

 

Stóran hetjan í dystinum var Dirk Kuyt. Stutt fyri hálvleik skoraði hann tvær ferðir. Fyrru ferð eftir frálíkt uppspæl frá Luis Suarez og seinna eftir verjuvillu hjá Manchester United. Í seinna hálvleiki økti Dirk Kuyt eftir at Edwin van der Sar ikki megnaði at halda frísparki. Reint hattrick til arbeiðshestin úr Hollandi.

 

Manchester United minkaði um munin í yvirtíðini við máli frá Javier Hernandez. Andy Carroll, sum í januar skifti til Liverpool frá Newcastle fyri yvir 300 milliónir krónur, kom á fyrsta sinni á vøllin í eini Liverpool troyggju.

 

Stutt fyri hálvleik gekk tað hart fyri seg á vøllinum og bæði Jamie Carragher og Rafael vóru hepnir ikki at fáa reytt kort. Ringast gekk tað útyvir Nani, ið mátti berast av vøllinum.