Direct Level høvdu eina góða konsert, og teir rokkaðu væl, hóast tað ikki vóru nógvir áhoyrarar eftir. Direct Level hevði næstseinastu framførsluna á Fjarðafestivalinum. Nógv vóru farin heim, eftir at Michael Tait hevði framført. Tey, sum lurtaðu eftir, livdu tó væl við. Stílurin hjá Direct Level er sera melankolskur og sveimandi, og tí var tað eingin flipp-út konsert.
Teir spældu nógvar kendar sangir, men eisini onkrar nýggjar. Skráin hjá teimum varð eitt sindur skerd, tí at bólkarnir vórðu eitt sindur seinkaðir. Forsangarin Dan hevur eina góða rødd. Hann er hásur, og hann hevur sera gott tamarhald á røddini, tá ið hann syngur fasett. Tó syngur hann í so ótýðiligt, og orðini leypa saman.
Direct Level spæla sera væl, og alt huglagið verður broytt eftir teirra tykki. Tó kann tað gerast eitt sindur einstáttað at lurta eftir teimum, tí at teir taka so nógv uppaftur og vevja leingi í somu strofu. Men hetta er eisini ein partur av teirra stíli, og gevur tað eitt serligt huglag. Sum heild ein góð konsert frá Direct Level.