Russisku myndugleikarnir eru í øðini um, at írska stjórnin hevur víst einum russiskum diplomati úr Írlandi, og russiski varauttanríkisráðharrin, Vladimir Titov, segði í gjár, at Russland umhugsar at taka sama stig.
Írar siga, at tann russiski diplomaturin bleiv koyrdur av landinum, tí hann hevur stolið samleikan hjá seks írum og brúkt teir til at falsa samleikan hjá seks russiskum njósnarum, sum arbeiddu í USA.
Sambært írskum fjølmiðlum bleiv tann russiski diplomaturin avdúkaður í juni í fjør, og tað vísti seg, at hann hevði arbeitt saman við níggju øðrum.
Hetta er aðru ferð hetta seinasta árið, at Írland koyrir útlendskar diplomatar av landinum, tí teir hava falsað írsk pass. Fyrru ferð var seinasta summar, tá írar koyrdu ein ísraelskan diplomat av landinum í sambandi við, at menn hjá ísraelsku fregnartænastuni brúktu eitt írskt pass, tá ein leiðandi limur í Hamas bleiv myrdur í Dubai.










